450.000 til mentanarlig endamál

Grunnurin Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur í dag játtað tilsamans 450.000 krónur til ymisk mentanarlig endamál.

Fundur hevur í dag verið í grunninum Nuuk-Reykjavík-Tórshavn á ráðhúsinum í Reykjavík, har allir tríggir høvuðsstaðirnir eru umboðaðir og í fleiri ár hava samstarvað. Fæið í grunninum er pengar, sum kommunurnar í Reykjavík, Tórshavn og Nuuk játta árliga.

 

Hesaferð hevur grunnurin játtað tilsamans 450.000 krónur til ymisk mentanarlig endamál, tí endamálið er at styrkja fatanina og samstarvið millum borgarar og politikarar í Reykjavík, Tórshavn og Nuuk við at stuðla mentanarligum virksemi og undirvísing.

 

Vanliga játtar grunnurin hvørt ár verkætlanum tilsamans 300.000 krónur, men í ár verður játtað meira, tí summar verkætlanir, sum hava fingið játtað stuðul undanfarin ár, ikki eru blivnar til nakað. Í morgin verður kunngjørt, hvørjar verkætlanir hava fingið játtað stuðul, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

 

Umboðini fyri Tórshavnar kommunu á fundinum í Reykjavík í dag vóru Heðin Mortensen, Jógvan Arge og Elin Lindenskov, fyri Reykjavík var borgarstjórin, Dagur B. Eggertsson, á fundinum saman við øðrum býráðspolitikarum, og Asii Chemniz Narup og aðrir politikarar í býráðnum í Nuuk, umboðaðu grønlendska høvuðsstaðin.