450 fólk til ættarstevnu í Klaksvík

Kl. 13 í morgin verður ættarstevna hildin í Klaksvík fyri eftirkomarar úr Innistovu-ættini.
Stórur áhugi er millum ættarfólkið at koma á stevnuna.

Leygardagin verður stórt tiltak í býnum, tá eini 450 fólk úr øllum ættum seta hvørjum øðrum stevnu her.
Talan er um enn eina ættarstevnu, sum eru vorðnar so væl umtóktar her á landi. Hesa ferð eru tað eftirkomarar úr Innistovu mitt í Klaksvík sum hittast á hesum staði.
Øll hesi 450 fólkini eru eftirkomarar eftir Joen Pauli Joensen og Sophie Cathrine Ziska, sum vóru bóndahjún í Innistovu í Vági, Klaksvík.
Joen Pauli varð føddur í Vági 2. desember í 1850 og andaðist 16. apríl 1901, meðan Sophie Cathrine varð fødd í Gerðum 4. september í 1849 og andaðist 2. februar 1911. Tey giftust 5. november 1873 og fingu 10 børn. Eftirkomarar eru eftir seks av børnunum.
Í innbjóðingini til stevnuna varð somuleiðis heitt á fólk um at taka gamlar lutir, klæðir, myndir og annað úr ættini við.
Óhugsandi er tí ikki at ein minni framsýning eisini verður í sambandi við tiltakið.
 
Mitt í hjartanum
Stóra og væl fyrireikaða hátíðarhaldið byrjar kl. 13 við gudstænastu í Christianskirkjuni  sum forrestin liggur í økinum við Innistovuna.
Her fer presturin Meinhard Bjartalíð, sum sjálvur er eitt av ættarfólkunum bæði at prædika og at spæla præludium og postludium við gudstænastuna.
Her verður annars nógvur sangur og tónleikur, m.a. fer eitt serstakt kór at syngja og ein strúkikvartett at spæla.
Eftir gudstænastuna verður farið beinleiðis niðan í KÍ-høllina, har tað stóra borðhaldið verður. Men á veg hagar verður kortini steðgað á eina løtu á økinum, har Innistovu-húsini lógu á sinni. Hetta er í dag við staðið, har bilferðslan í Klaksvík hittist við rundkoyringina í miðbýnum.
Undir borðhaldinum verður skipað soleiðis fyri, at familjurnar sita saman. Hvør ættargrein fær eisini høvið at halda sína egnu røðu.
Annars verður tað Sigmund Poulsen sum fer at halda høvuðsrøðuna um Klaksvíkina og Innistovuættina í søgu og søgn.
So her er alt lagt upp til ein góðan og spennandi dag í Klaksvík.
Vert er eisini at nevna, at veðurmaðurin Petur Skeel er lagaligur við veðurvánunum um vikuskiftið. Tað verður gott veður, kortini við møguleika fyri ælaveðri.