430 laksar og síl skulu kannast í ár

- Í fjør vórðu 290 laksar og síl kannaði. Eingi skaðilig evni vórðu ávíst í fiskinum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Umhvørvi

Eins og onnur lond, sum selja fiskavørur til ES, hava Føroyar eisini eina avtalu við felagsskapin um heilsufrøðilig viðurskifti. Avtalan ásetir, at hvørt ár skulu gerast kanningar av aldum fiski í Føroyum. Endamálið við kanningunum er at skjalprógva, um alifiskurin inniheldur leivdir av óynskum evnum, t.d. leivdir av heilivági, tungmetallum, vakstrarhormonum, soppaeitur og avlúsingarevni.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at skipanin fevnir um øll landbúnaðardjór, og alifiskur verður íroknaður landbúnaðardjórum. Seinast í mars mánaði á hvørjum ári senda londini sínar frágreiðingar til ES.
- Føroyska kanningarætlanin fyri ár 2001 fevndi um 290 laksar og síl. Ein laksur ella eitt síl verða tikin fyri hvørji 100 tons, sum eru útflutt í undanfarna ári, og í 2000 var útflutningurin 29.000 tons; tí vórðu 290 laksar og síl kannaði í 2001.


Undir markvirðunum

Úrslitið av kanningunum í 2001, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstova, vísa, at ongar heilivágsleivdir vórðu ávístar í fiskinum.
- Tungmetal-kanningarnar vístu, at innihaldið av kiksilvur, blýggi og
kadmium í føroyska laksinum liggur langt undir galdandi markvirðum.
Víst verður á, at mest var av kiksilvuri, men kortini vóru nøgdirnar bert 1/10 av
loyvda markinum, sum er 0,5 ppm.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at kanningarnar av øðrum óynsktum
evnum vístu, at øll virðini vóru undir loyvdu markvirðunum.
Nú er so sýnistøkuætlanin fyri 2002, sum hendan ætlan verður rópt, løgd til rættis, og væntandi verða umleið 430 laksar og síl tikin til kanningar í hesum árinum.


Myndatekstur:

Føroyskur laksur og síl eru langt undir markvirðunum fyri skaðilig evni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum í ár fer at kanna 430 fiskar.