Arbeitt verður nú við nýggjum pørtum av bretsku sjónvarpsrøðini Fawlty Towers, ella Rok á gistingarhúsinum, sum hon nevndist á føroyskum.
Tað eru meira enn 40 ár síðani, at síðsti parturin varð latin úr hondum. Tað var John Cleese, ið stóð á odda, og tað verður tað aftur hesaferð.
Hann verður aftur í leiklutinum sum Basil Fawlty, og er aftur við til at skriva leikrit til nýggju partarnar. Hasaferð verður dóttir hansara,Camilla, við. Bæði sum leikari og sum leikritahøvundur.
Hesaferð skal tað snúgva seg um, hvussu Basil klárar seg í nútímans veruleikanum, og um hvussu hann klárar seg saman við dóttur síni, sum hann júst hevur funnið útav er til. Saman skulu tey reka gistingarhús.
Upprunarøðin hevði tvey umfør, ið hvørt hevði 12 partar, og var hetta frá 1975 til 1979. Síðsti partur varð sendur í bretskum sjónvarpi 25. oktober 1979.
John Cleese er í dag 83 ára gamal, og mong kenna hann eisni frá skemtibólkinum Monthy Python, ið m.a. gjørdi filmin Life of Brian. Umframt skemt, hevur hann eisini havt leiklutir á filmi, t.d. í A Fish Called Wanda og Cleese hevur eisini verið við í tveimum James Bond filmum.