42 skúlastjórar á skúlabonki

Hetta eru skúlastjórar, varaskúlastjórar og lærarar, ið hava í umbúna at bjóða seg fram sum skúlastjórar.

Við skúlaársbyrjan í ár fóru 42 lærarar á skúlabonk; hetta eru skúlastjórar, varaskúlastjórar og lærarar, ið hava í umbúna at bjóða seg fram sum skúlastjórar. Útbúgvingin, lærararnir taka, er samskipað ískoytisútbúgving og diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið.

 

Mentamálaráðið hevur sett Súsannu Olsen, námslektara á Fróðskaparsetrinum, at samskipa útbúgvingina. Harumframt er Jóhannes Miðskarð, námslektari og ph.d.- adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu, knýttur at útbúgvingini.

 

 

- Nógv teirra, ið taka hesa útbúgvingina, eru skúlastjórar, sum hava útbúgving eftir gomlu skipanini. Av tí at hesi ikki hava bachelorútbúgving, hava vit samantvinnað útbúgvingina í námsfrøði soleiðis, at hon bæði er ein ískoytisútbúgving og ein diplomútbúgving. Fyrstu 30 ECTS-stigini verða brúkt til at koma upp á eina bachelorútbúgving; tey næstu 30 ECTS-stigini er útbúgvingin í námsfrøðiligari leiðslu, sigur Súsanna Olsen.

 

 

Endamálið við útbúgvingini er at gera tey, ið leiða og skulu leiða fólkaskúlan, betur skúlað í námsfrøðiligari leiðslu, skrivar Skúlablaðið millum annað.

 

 

Útbúgvingin telur 60 ECTS-stig; undirvísingin er umleið eitt vikuskifti um mánaðin, hon byrjaði í august í ár og endar á sumri í 2019; síðan er hálvt ár sett av til at skriva serritgerð; serritgerðin svarar til eina bachelorritgerð.

 

Øll greinin kann lesast í Skúlablaðnum nr 6 2017, sum kom í desember.