42 á bíðilista

Páll Isholm, rektari á handilsskúlanum á Kambsdali, sigur, at bíðilisti er til bæði FHS og HH. ? Teir 8 flokkarnir, sum pláss er fyri, eru allir fullir, sigur hann

? Vit hava ikki beinleiðis havt sama rokið, sum aðrir miðnámsskúlar hava merkt, men vit hava eisini ein bíðilista. Og listin til HH er rættiliga stórur, staðfestir Páll Isholm, rektari á handilsskúlanum á Kambsdali.

8 fullir flokkar
Handilskúlin á Kambsdali hevur pláss og umstøður til 8 flokkar. Og teir eru allir fyltir til komandi skúlaár.
? Vit hava í ár valt at taka fýra FHS flokkar inn. Vit hava higartil bert havt tríggjar FHS flokkar, men umsøkjaratalið til FHS er óvanliga stórt í ár, og tí er tað broytt. Men við fýra flokkum nøkta vit tørvin til FHS umsøkjararnar, sigur Páll Isholm.
Hann sigur, at tað á bíðilistanum til FHS nú standa 18 skikkaðir umsøkjarar, og tað er nakað tað sama, sum tað plagar.
Verri er við HH umsøkjarunum.
? Fýra HH flokkar byrja eftir summarfrítíðina, men tað standa tá 24 skikkaðir umsøkjarar á bíðilista. Tað er ein heilur flokkur, so tað er rættiliga nógv, staðfestir Páll Isholm.
Hann sigur, at nøkur heilt vist sleppa inn hóast alt, tá skúlin byrjar aftur.
? Tað eru vanliga nøkur, sum fella frá. Summi taka als ikki av og summi gevast fyrstu tíðina. Og vit gera tá alt, vit kunnu, fyri at fylla flokkarnar aftur við fólki av bíðilistunum. Men um øll, sum standa á bíðilista, sleppa inn, veit eg ikki, staðfestir hann.
Spurdur, um tað er vanligt, at næmingar, sum hava gingið FHS ikki allir sleppa víðari til HH, svarar Páll, at tað er tað.
? . Tað er púra vanligt, at ikki allir næmingarnir sleppa at halda fram. Tað avhongur av, hvussu tey klára seg í FHS. Men tey koma øll á bíðilistan, sigur Páll Isholm at enda.