42 ára gamal framdi álopið í Manila

37 fólk doyðu, tá ein maður leyp á eitt kasino í Manilla. Nú hava myndugleikarnir eyðmerkt mannin, ið framdi álopið.

 

Tað var ein 42 ára gamal maður av Filippinunum, sum hevði ábyrgdina av álopinum, har minst 37 fólk doyðu í Manila fríggjadagin. Tað upplýsir løgreglan sambært tííðndastovuni AFP.

 

Maðurin kom inn í kasinoið, sum er við Rosorts World Manila, os setti eld á fleiri spæliborð, eftir at hann hevði stoytt bensin á tey.

 

Maðurin skeyst samstundis runt í hølunum, áðrenn hann rændi nógvar jetonir.

 

Síðani flýddi hann víðari inn á hotellið, sum hoyrir til kasinoið. Har tók hann lívið av sær sjálvum fleiri tímar seinni.

 

Illgerðarmaðurin eitur Jessie Carlos Javier, skrivar Reuters tíðindastovan.

 

– Hann hevði stóra skuld, eftir at hann var vorðin bundin av at spæla á kasino, hava næstringar hansara greitt frá, sigur løgregluovastin í Manila, Odcar Albayalde.

 

37 fólk doyðu, flestu teirr vórðu roykeitrað.

 

Talan var ikki um eina yvirgangsatsókn, staðfestir løgreglan.

 

 

– Vit meta, at hetta ikki er eitt yvirgangsálop, men ein maður, sum hevur framt tað upp á egna hond, sigur Oscar Albayalde.

 

Islamskur Statur hevur ferð eftir ferð verið frami og átikið sær ábyrgdina av álopinum, men hesum vísa myndugleikarnir á Filippinunum aftur.

 

/ritzau/