413 føroyingar halda í hesum døgum ólavsøku í týska býnum Oldenburg, sum í ár er karmur um altjóða kristiligu ungdómsráðstevnuna Teenstreet, ið føroyingar hava vitjað í stórum tali seinnu árini.
Fyrsti dagur er nú byrjaðu á leguni og á heimasíðuni hjá føroyskum toyminum av Teenstreet verður upplýst, at veðrið hevur verið sera gott og lovar veðurstøðurnar upp í 29 stig í týska býnum í dag.
Í morgun byrja bíbliutímar og annað, ið tekur støði í kanska kendastu bønini í heimssøguni, Faðir Vár, ið Jesus lærdi lærisveinarnar at biðja.
- Vit hava hava fingið okkum morgunmat í stóra matarsalinum, og júst nú í skrivandi stund eru øll tey ungu farin inn í møtisalin – Main Hall, til bíbliutíma. Yvirskipaða evnið í ár eitur “Closer” – NÆRRI, og hetta verður lýst út frá og ígjøgnum bønina, sum Várharra sjálvur lærdi okkum, “Faðir vár”. Í dag verður dentur lagdur á setningarnar: “Faðir vár, tú, sum ert í Himli. Heilagt verði navn títt”, verður upplýst á føroyska heimasíðuni hjá Teenstreet.










