41 umsóknir um stuðul til gransking

Tilsamans 41 umsóknir um granskingarstuðul vóru komnar inn, tá árliga freistin at søkja um stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti hósdagin

Tað vóru 6 fleiri umsóknir enn í fjør.

 

Tað boðar Granskingarráðið frá.

 

15 av umsóknunum vóru til ph.d. verkætlanir. 25 verkætlanarleiðarar eru kvinnur, og 16 eru menn.

 

Tilsamans verður søkt um góðar 38,6 milliónir. Løgtingið hevur játtað 9 milliónir til stuðul til gransking í ár. Tað er 1,5 milliónir meira enn undanfarin ár.

 

Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til í mesta lagi 2,5 milliónir eru tøkar til stuðul í ár.

 

Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her.

 


Umsóknir verða mettar av útlendskum granskarum

 

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar, fyri at vita um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir granskarar meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum. Faknevndin fyri stuðli til gransking tekur endaliga støðu til umsóknirnar. Umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.

 

Kelda: Gransking.fo