4045 nýggir smittutilburðir í Noregi

Talið av tilburðum seinasta samdøgrið er meira enn tvífalt so stórt sum týsdagin fyri einari viku síðan.

Seinasta samdøgrið eru skrásettir 4045 nýggir smittutilburðir við covid-19 í Noregi.

 

Hesum boða norsku heilsumyndugleikarnir frá, nú farið er um midnáttarleitið har yviri.

 

Hetta eru heili 1403 tilburðir fleiri enn miðaltalið av tilburðum seinastu sjey dagarnar, sum er 2642.

 

Talið av tilburðum seinasta samdøgrið er eisini meira enn tvífalt so stórt sum týsdagin fyri einari viku síðan.

 

Í løtuni er smittan veksandi í Noregi, har tølini veksa í 150 av landsins kommunum.

 

246 fólk eru innløgd á sjúkrahús við koronu, og talið av deyðum í Noregi er nú komið upp á 1054.