400 rennarar í fjøllunum leygardagin

Leygardagin 7. september verður stóra fjallarennikappingin Átjan Wild Islands. Runnið verður í fjøllunum í Norðurstreymoy

Í fjør vóru 200 rennarar úr øllum heiminum, sum tóku lut. Í ár fara 400 rennarar at renna í fýra fjallarennikappingum á Streymoynni.

Festivalurin er frá 4.-8. september. Talan er um eitt tiltak, har luttakararnir bæði renna, hava útlívs virksemu, hoyra tónleik og annars hugna sær. Leygardagin 7. september er stóra fjallarennikappingin, har luttakararnir fara at renna ein av fýra teinum í fjøllunum í Norðurstreymoy. Teinarnir eru 10km, 21km, 42km og tann longsti er 60km.

The Ultra-Trail Faroe Islands, sum er 60 km, byrjar í Hósvík leygarmorgunin 7. september kl. 06.00 og fjallamaraton byrjar kl. 08.00. Hálv maraton 21 km og Fjallarenning 10 km fara í gongd kl. 11.00 og kl. 13.00. Hvør kapping hevur áleið 100 luttakarar og øll koma á mál í Tjørnuvík ímillum kl. 13.00-20.00 leygardagin.

Alt tiltakið er væl fyrireika og luttakararnir fáa suppu frá tjørnuvíkingingum, tá ið tey koma á mál. Fólk eru vælkomin at heppa og eggja rennarunum ímeðan runnið verður og serliga, tá ið tey koma á mál í Tjørnunuvík, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.