400 milliónir frá DR til privatar fjølmiðlar

– Tað eru nógv onnur enn DR, sum framleiða rættiliga gott public service-innihald longu í dag, og tey vilja vit fegin síggja meira til, sigur framsøgufólk hjá danska stjórnarflokkinum Vinstra

– Fleiri miðlar og feløg skulu hava møguleikan fyri at søkja um pengar til at gera public service innihald til miðlabrúkarar í Danmark.

 

Tað heldur stjórnarflokkurin Vinstri, sum er til reiðar at taka 400 milliónir krónur av pengunum til Danmarks Radio og í staðin brúka pengarnar til at víðka public service-puljuna, sum aðrir miðlar kunnu søkja um. Tað skrivar TV2.

 

DR fær í dag 3,7 milliardir krónur um árið av licenspengunum.

 

– Vit halda, at tað ber væl til at gera public service innihald fyri minni enn tað, sigur Britt Bager, sum er mentanar- og miðlaframsøgufólk hjá Vinstra.

 

– Tí vilja vit taka 300 ella 400 milliónir krónur frá DR, og so vilja vit eisini taka 100 milliónir krónur frá miðlstuðlinum, tí donsk dagbløð sleppa eisini at søkja úr hesi puljuni, sigur hon við TV2.

 

Uppskotið kemur undan samráðingunum um eina nýggja miðlasemju, sum skal koma í gildi 1. januar í 2019.

 

Vinstri leggur við uppskotinum upp til at økja public service-puljuna frá 35 milliónum krónur til 300-500 milliónir krónur um árið.

 

– Tað eru nógv onnur enn DR, sum framleiða rættiliga gott public service-innihald longu í dag, og tey vilja vit fegin síggja meira til.

 

– Eg haldi, at tað eru nógv smá hugskot ymsastaðni kring landið, sum kunnu blóma, og tað vilja allir danir fáa stóra gleði av, sigur Britt Bager við TV2.

 

Public service-puljan hevur til endamáls at stuðla ikki-licensfíggjaðum miðlum til framleiðslu av donskum drama og dokumentar eins og danskttalandi public service sendingum til børn og ung.

 

TV2 fær størsta partin av milliónunum í puljuni, sum støðan er í dag.

 

Hjá Danska Fólkaflokkinum er Morten Marinus, miðlaframsøgumaður, ikki so fegin um at skerja stuðulin til bløðini fyri at víðka public service-puljuna.

 

Men honum dámar væl hugskotið at skerja DR.

 

– Í Danska Fólkaflokkinum hava vit sum fremsta mál at spara upp á DR, so danir fáa bíligari kringvarpsgjald.

 

– Men harumframt eru vit til reiðar at tosa um, hvussu pengarnir skulu fara frá DR og út í eina størri public service-pulju, sigur Morten Marinus.

 

Danski Fólkaflokkurin hevur fyrr skotið upp at skerja 25 prosent av fíggjarætlanini hjá DR upp á 3,7 milliardir krónur um árið.

 

/ritzau/