400 fólk á landsdansistevnu í Vágstúni

Tað var Bjørn Kalsø, løgtinglimur, sum setti landsdansistevnuna í Vágstúni í Klaksvík seinnapartin í gjár, har hópin av fólki hevði leitað sær.

 

Landsdansistevnan verður hildin triðja hvørt ár, og í ár er tað Klaksvíkar Dansifelag, sum er vertur fyri stevnuni. Umleið 400 dansarar úr 14 dansifeløgum vóru við hesa ferð.

 

Eftir at stevnan varð sett, varð sjálvandi dansað, og øll vóru vælkomin uppí. Eftir dansin varð farið í Badmintonhøllini, har borðhald varð fyri mongu gestunum.

 

Eftir borðhaldið varð farið í Skálan, har hvørt dansifelag skipaði eina vísu – Heini Mohr, sum er formaður í Klaksvíkar Dansifelag, tók til, at fimm tímar ella meir verður dansað.