40 uppreistrarmenn falnir í Somalia

Minst 40 islamistiskir uppreistrarmenn eru falnir í bardøgum við stjórnarherin í somaliska høvuðsstaðnum Mogadishu Somalisku myndugleikarnir siga, at stjórnarhermenninir fingu stuðul frá friðarvarðveitandi hermonnum hjá Afrikonsku Samgonguni, sum eru í Somalia.

-Vit hava beint fyri 40 hermonnum hjá al Shabaab-bólkinumn, og vit halda fram við átakinum, sigur ein talsmaður fyri somalisku myndugleikarnar. Hann leggur afturat, at stjórnarherurin hevur mist tríggjar hermenn í bardøgunum.

Uppreistrarmenninir nhava einki sagt um bardagarnar ella mannfallið.