40 starvsfólk hjá Bakkafrost fingið sekkin

Tey fingu uppsagnarskriv fríggjadagin

Sambært Suðurrás hava umleið 40 fólk fingið sekkin á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági. Starvsfólkini fingu uppsagnarbræv fríggjadagin, har tað stóð, at tey vóru uppsøgd við sjey daga freist ella so leingi nakar laksur var at arbeiða við.

Starvsfólkini hava hildið, at ein steðgur í virkseminum fer at vera í einar tveir mánaðir. Men í skrivinum stóð haraftrat, at einki virksemi verður á Bakkafrost aftur fyrr enn í summar, skrivar Suðurrás.