40 ára starvsdagur á Fiskirannsóknarstovuni

Hósdagin 1. apríl var almenn móttøka á Fiskirannsóknarstovuni í Nóatúni í sambandi við at Arnold K. Henriksen hevði arbeitt á stovninum í 40 ár

Nógv fólk vóru til móttøkuna bæði familja, vinir og núverandi og fyrrverandi starvsfelagar.

Stjórin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, helt eina talu, har hann í stuttum greiddi frá arbeiðnum hjá stovninum og segði m.a. at arbeiði hjá Fiskirannsóknarstovuni er í høvuðsheitum at fylgja við broytingunum í sjónum.

Hesi 40 árini hevur Arnold luttikið í at kalla øllum tættum innan fiskiroyndir og fiskifrøði og hevur verið nógv við fiskirannsóknarskipunum Jens Chr. Svabo og Magnus Heinason.

Hann hevur øll árini havt álitisuppgávuna at greina aldurin á fiski úr nytrum og roðslum. Í hesum arbeiðnum hevur hansara partur ongantíð ligið eftir.

Hjalti segði eisini at avgerandi í øllum arbeiði er arbeiðsgleði, og humor í dagligdegnum ger dagin ríkari, og at Arnold við sínum serliga havnar-speisemi mangan hevur gjørt dagin stuttligan.

Osmund Justinussen helt eisini eina talu, har hann mintist aftur á tíðina, tá hann og Arnold arbeiddu saman á Fiskirannsóknarstovuni í 60-unum. Hann segði, at hann mintist hesa tíðina sum eina sera góða og læruríka tíð.

Arnold trívist framvegis væl í hesum spennandi arbeiðnum við fiskiroyndum og fiskifrøði.



.