40 ára fongsul fyri neyðtøku

Ein amerikanskur hermaður hevur fingið 40 ára fongsul fyri at hava neyðtikið eina kvinnu í Filipsoyggjunum.


Daniel Smith fekk í morgun at vita, at hann skal sita í fongsli í Filipsoyggjunum tey næstu 40 árini.

Fyri einum mánað síðani neyðtók Daniel Smith eina filipinska kvinnu í einum bili inni á einari niðurlagdari amerikanskari herstøð. Kvinnan, sum ikki er nevnd við navni í sambandi við málið, var drukkin. Í rættinum viðgekk Daniel Smith, at hann hevði havt samlegu við kvinnuni, men hann helt uppá, at hon hevði ikki sett seg upp ímóti tí.

Men Benjamin Pozon, dómari, trúði ikki frágreiðing hansara og dømdi tann unga hermannin 40 ára fongsul.

Sambært ákæruritinum vóru tríggir aðrir amerikanskir hermenn vitni til neyðtøkuna, og teir skulu eisini hava eggjað honum til at neyðtaka kvinnuna. Kortini vórðu teir fríkendir.

Rættarmálið ímóti amerikonsku hermonnunum hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum í Filipsoyggjunum og hevur elvt til stórar mótmælisgongur.