Í gjár vóru liðin 40 ár, síðani íslendska sjóverjan fyrstu ferð brúkti ein serligan saks til at klippa veirararnar hjá teimum bretsku trolarunum við. Hetta var undir toskastríðnum í 1972, tá bretar sýttu fyri at viðurkenna 50 fjórðinga markið, sum Ísland júst hevði fingið sær.
Tað var sjóverjuskipið Ægir, sum brúkti saksin á fyrsta sinni ímóti bretskum trolarum, sum høvdu koyrt navn og skrásetingarnummar burtur. Ægir ávaraði fyrst ein av trolarunum um, at hann fiskaði 22 fjórðingar innan fyri tað nýggja markið, men trolarin svaraði við at spæla lagið "Rule Britannia" í hátalarunum umborð.
Ægir klipti síðani annan trolveirin hjá trolaranum. Aðrir útlendskir trolarar komu á staðið, og teir royndu at fáa ein enda um skrúvuna á íslendska sjóverjuskipinum, men tað miseydnaðist.