FUGLAFJØRÐUR
Í morgun eru maskinurnar á laksavirkinum í Fuglafirði royndarkoyrdar, og um nakrar dagar er væntandi, at veruliga framleiðslan á virkinum er komin í gongd.
Faroe Seafood hevur áður havt laksaframleiðslu í Fuglafirði, men nú er rúm tíð síðan, at virksemið helt uppat, og arbeiðsfólkið varð sagt úr starvi.
Men nú verður so roynt av nýggjum í Fuglafirði.
Salm Pro
Faroe Seafood hevur selt 2/3 av felagnum, sum áður rak virksemið í Fuglafirði, til ávikavist Viking Seafood á Strondum og Faroe Farming í Suðuroy.
Eigarviðurskiftini í Salm Pro eru soleiðis tríbýtt, har nevndu trý feløg eiga ein triðing í part.
Tað er Jákup Eli Thomsen, sum hevur verið virkisleiðari hjá Faroe Seafood í Vestmanna, ið nú tekur sær av at fáa gongd á komandi virksemi á laksavirkinum í Fuglafirði.
Hann sigur, at tað er gamla felagið, sum nú undir nýggjum navni og við broyttum eigaraskara, fer til verka í Fuglafirði.
40 fólk
Jákup Eli Thomsen vísir á, at maskinurnar verða royndarkoyrdar í morgun, og sum dagarnir ganga, væntar hann, at rættilig gongd fer at koma á framleiðsluna í Fuglafirði.
- Vit miðja eftir at virka eini 3.000 tons av laksi til portiónir um árið, og hetta skuldi givið regluligt arbeiði til út við 40 fólk, sigur hann.
Jákup Eli Thomsen sigur, at meginparturin av laksinum, sum tey fara at virka til portiónir í Fuglafiðri, fer at koma frá kryvjivirkinum Viking Seafood á Strondum.