Í løtuni eru eini 40 fólk fangað umborð á Ternuni. Tey sleppa ikki í land í Nólsoy, men eru so at siga tikin sum gíslar umborð. Tey fóru úr Havn klokkan 16:20, og nú, fýra tímar seinni, eru tey enn umborð.
Sambært nólsoyingum er tað stjórin á Strandferðsluni, sum noktar rampuni at koma niður, so fólkið sleppur í land. Nólsoyingar hava sagt við løgregluna og strandferðsluna, at tey vilja hava fólki í land, og at tey nógvu fólkini, sum standa og bíða á kaiini, sleppa til Havnar.
Fólkini umborð eru sera ónøgd og ótolin, siga nólsoyingar við in.fo í kvøld.
Heðin Mortensen, lanndsstýrismaður í Samferðslumálum, skal eftir øllum at døma hava fingið boðini. Løgreglan arbeiðir eisini við málinum í skrivandi stund.