4 x útvarp

Tað er nógv ið bendir á, at Útvarpið setir tankar og virki í gongd hjá mentafólki her á landi. Og tað er frálíkt. Her hugsi eg ikki einans um metsølubøkurnar hjá Jógvani Arge.

 

Birgir Kruse

Tær standa sterkar nokk uttan mína umtalu. Nei, her hugsi eg um ymisk onnur mentanarlig avrik, sum fram eru komin seinastu dagarnar. Smæðin og lítillátin, men kann henda at eitt verður stórverk av alfrøðiligum slagi. Upphavsfólkini eru Ella Smith Clementsen, Marianna Debes Dahl, Jónheðin Tróndheim og Kári Sverrisson. Øll hava tey fingist við útvarp. Við útvarpsleikir og ljóðmyndir fyri børn og vaksin, teknikari og programmedarbeiðari og hin fjórði sum lokalur heimsvertur fyri stevi, lagi og ásláttarfrøi, við og uttan ð. Fýra fólk, sum hava tað til felags, at tey hava gjørt útvarp og eru aktuell á føroyska mentapallinum.


EITT TYSSI AV TONKUM

Hetta er heiti á lítlari bók, sum Ella Smith Clementsen (f.1952) gevur út á egna forlagnum Mýrifípan. Ikki vanlig "skaldsøga", men heldur samansettur tekstur við yrkingalíknandi brotum innímillum. Evnið, ið knýtir tekstin saman í eitt tyssi av tonkum, er sjúka og óttin fyri deyða. Søgan snýr seg um vinarlagið millum tvær vinkonur, tá ið álvarslig sjúka kemur uppí. Tað skínur ígjøgnum at sumt eru upplivingar, meðan sumt ivaleyst er funnið uppá. Ein roynd, at skriva seg ígjøgnum svára kreppu. Rithøvundurin leggur upp til, at fólk sjálvi mugu taka støðu til hvussu bókin skal enda. Tað stendur opið, um sjúka vinkonan klárar tað. Ella Smith Clementsen vil lata vónina liva allan vegin. Bakgrundina til bókina finna vit í ljóðmynd í Útvarpi Føroya við sama heiti ?Eitt tyssi av tonkum?, har Jóhannus á Rógvu gjørdi tónleikin, legði til rættis og tók upp. Sjónleikararnir Elin K. Mouritsen og Nora Bærentsen lósu tekstin í ljóðmyndini, sum varð send langa fríggjadag. Bókin, sum telur 61 blaðsíður, er soleiðis ljóðmyndin, sum nú er komin á prent. Ella fekk í 1994 barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Umframt at hava týtt hópin av bókum, hevur hon skrivað eina røða av jólasøgum, eisini til útvarp og sjónvarp.


MEÐAN LØTUR LÍÐA

Hetta er heiti á fyrstu bók í eini røð, sum Marianna Debes Dahl (f.1947) er farin undir og forlagið Fannir gveur út. Við práti um gerandisviðurskifti sum botni, hevur hon hitt tjúgu fólk runt um í landinum. Tað serstaka við hesum samrøðum er, at heimildarfólkini eru so tilkomin. Prátið er so at siga gjørt í evstu løtu. Heimildarfólkini eru fødd í tíðarskeiðnum 1906 - 1924. Henda fyrsta bókin í røðini er útskrift av níggju útvarpssendingum, sum høvundurin áður hevur gjørt og sum sendar eru í Útvarpi Føroya. Tilsamans gjørdi Marianna 28 útvarpssendingar yvir henda sama leist. Í bókini eru 40 myndir, sum aloftast vísa heimildarfólkini á barnaárum. Umframt at gera útvarpssendingar, hevur Marianna skrivað hópin av bókum, bæði til børn, ung og vaksin. Nakrar av søgum hennara eru eisini komnar út á øðrum málum, eitt nú donskum, svenskum og enskum. Í 1978 fekk hon barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri ?Burtur á heiði?.


KRISTMESSA

Hetta er heitið á fløgu, sum Jónheðin Tróndheim (f.1966) gevur út á Heimamissiónsforlagnum við stuðli frá teldufyritøkuni Formula Føroyar. Jónheðin sigur sjálvur, at útgávan er ein roynd at eftirgera ein klang frá barnaárum, tá jól vóru í hondum. Tá var plátuspælarin snúningsásurin, í dag er tað fløgan og fløguspælarin. Tí hesa dagførdu útgávu. Tí í veruleikanum er søgan gomul. Tann søgan, sum fjalir seg í jólaevangeliinum. Í níggju pettum hevur Jónheðin fingið Henry D. Joensen at lesa annan kapitul hjá Lukasi. Ímillum er urguleikur og sálmasangur. Og urgan er ikki gamla, heimliga Philichorda, men urgan í Fuglafjarðar kirkju við hennara seregna klangi. Max Højgaard er tað, ið treður hana, meðan Leila Højgaard syngur sálmarnar, sum hoyra jólunum til. Fyrst Brorson-sálmin Mítt hjarta tilhald hevur, sum Axel Tórgarð týddi. Og nú vit tóku stevið í Útvarpinum, so er vert at gáa um, at júst hann var fyrsti útvarpsstjórin, Axel. Av øðrum skreytum í hesari fløgu er vert at nevna, at listamaðurin Ingálvur av Reyni medvirkar í sálminum Eg rósu upp sá næla. Sum heiti bendir á, er hetta ein messa við inngangsbøn og útgangsbøn, preludium og postludium. So nú kann ein fara til jólamessu ? á fløgu og alt árið.


NINA, NINA, NÁI

Hetta er heitið á tvífløgu, sum Kári Sverrisson (f. 1971) gevur út á plátufelagnum Tutl. Tvífløgan fevnir um ikki færri enn 145 skeringar. Men verið bara sinnilig; hvør einstøk skering er stutt, í flestu førum ørstutt. Kári, sum í hesum føri má metast sum granskari, hevur verið á Fróðskaparsetrinum og leita í tí savni, har er við ljóðupptøkum av siðsøguligum slagi. Heilt nágreiniliga tí partinum av føroyska sanginum, vit rópa skjaldur, ramsur og vísur. Harafturat hevur hann eisini gjørt upptøkur sjálvur. Tá eg fekk fløguna upp í hondina, leitaði eg beint til ljóðupptøkurnar við føroyskum ljóðførum. Jú rætt er, føroyskum ljóðførum. Her er ikki talan um Stratovarius hjá Eriki, men um gásafjøður, fjaðurlás, látipípu, snurru og græsstrá. Úti undir Guðs opna føroyska himni. Og beint innan rendi eg meg í eina skering við Bjarna Mohr (1912-1988), sum í eini upptøku frá 1969 kvøður ?Húgvutátt?. Ljósklárur stendur Eiðisskúli fyri mær og pallurin í tá nýggju fimleikarhøllini, har øll stóðu á rað. Vevkonur, fjallmenn og seyðamenn. Kanska gera tey tað enn. Ársins húgvu-show. Teksturin til táttin er prentaður og allir smálutir kring upptøkuna. Skilji, at svenska Birgitta Hylin sála hevur gjørt júst hesa upptøku í Havn hin 2. mai hetta árið. Tøkk fái hon fyri tað. Og Kári fyri savningararbeiði, sum byrjaði við útgávuni ?Flúgvandi biðil? fyri trimum árum síðani. Skilji, á útgevaranum, at hann longu er farin undir triðju útgávuna. Hesin arbeiðsháttur at savna siðsøguligt, virðismikið tilfar og geva tað út á fløgu við teksti og nágreiniligum upplýsing er ein sjálvsøgd mentanaruppgáva. Eitt nú í Svøríki. Har hevur plátufelagið MNW givið út savnið ?Föregångare? (1993), sum tekur støði í fólkatónleikarasavninum hjá svenska útvarpinum. Sum yvirskriftin bendir á, so er tað ikki einans Fróðskaparsetrið, men sanniliga eisini upptøkusavn Útvarpsins, ið her hevur áhuga. ?Nina, nina, nái? og virksemi hjá Kára og bólkinum Enekk er so stórt arbeiði, at kønur ummælari eigur at viðgera hetta verk burturav, tá jólini eru farin aftur um bak.

Nú eisini Axel Tórgarð er aktuellur við ikki færri enn trimum Shakespeare-týðingum er hóskiligt at leita fram orð útvarpsstjórans í innganginum til ?Morgunlestrar? Tórgarðs, sum komu í 1987: ?Meðan Axel hevur skrivað, hevur Útvarpið savnað sangupptøkur av allari sálmabókini, og soleiðis hevur alt verið hond í hond at gera lurtararnar kunnugar við øll sálmaløgini í okkara ungu sálmabók. Axel hevur brotið upp úr nýggjum, og mong eru tey, sum hava ynskt sær at átt hansara morgunlestrar. Nú fáa tey teir?. Soleiðis skrivaði Niels Juel Arge táverandi útvarpsstjóri. Eitt frálíkt mentunarsýni. Hond í hond.