4 á Summarfestivalin

Væl umtókti bólkurin 4 við teimum stóru hittunum fer á pallin á Summar Festivalinum. Tað kunngerð festivalurin í dag.

Petur Háberg Jacobsen, Gunnar Justinussen, Jákup Zachariasen og Marner á

Lofti manna bólkin, sum gongur undir navninum 4.

H

etta er ein samansettur bólkur við kendum tónleikarum, sum eisini hava verið virknir sum solistar og í øðrum bólkum.

 

4 hevur givið eina fløgu út, og tað er ein sera væl umtókt og nógv spæld fløga. Her er løtan kallast útgávan, og heitislagi á fløguni er ein av kendastu nýggjaru sangunum í Føroyum.

 

4 hava ikki spælt nógv live. Teir hava havt onkrar framførslur, millum annað til konsertina við Bryan Adams í Føroyum, men á Summar Festivalinum ber til at hoyra bólkin við dugnaligu sangarunum og tónleikarunum fyri fullum útblástri.