Høgni Hoydal, landsstýrismaður
?????????????????????????????
Tann veruliga ræðumyndin er nú ritað í stein: Halda vit ikki rimmarfast við fullveldisætlanina, enda vit aftur í búskaparligum ábyrgdarloysi og fara aftur at tjóðskapa okkum undir danskari stýring.
Undir fullveldislandsstýrinum er danski blokkstuðulin miðvíst settur til viks, og er nú bert 4% av samlaða búskapinum í Føroyum.
Lata vit donsku stjórnina, danska fólkatingið og føroysku sambandsflokkarnar trýsta okkum til ábyrgdarloysi, rýkur vælferðin í Føroyum, og tað fer at kosta okkum milliardir.
Eftir orðaskiftið á fólkatingi um Føroyar, áttu allar ávaringarklokkur hjá føroyingum at ringt. Ávaringin fyri, hvat hendir, um vit ikki taka fullveldi í Føroyum.
Boðskapurin frá donsku stjórnini og fólkatinginum er greiður: Tit skulu ikki vága tykkum at vilja fullveldi! Tit skulu ikki vága tykkum at taka ábyrgd! Tit skulu ikki vága tykkum at reka ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk! Tit skulu ikki vága tykkum at stovna búskapargrunn! Tit skulu ikki vága tykkum at klára tykkum sjálv! Tit skulu brúka teir donsku pengarnar til at snýsa alt skil omanav búskapinum!
Tit skulu atkvøða fyri sambandsflokkunum, so teir kunnu blæsa búskapin um koll aftur - og so skulu vit aftur seta harðar treytir, tá alt er farið á heysin!
Boðskapurin verður skrivaður við trýstamboðnum, sum eitur blokkstuðul, ið skal gykla føroyingum fyri, at teirra vælferð liggur í donskum pengum.
Blokkstuðulin er eitt skuggaspæl
Hesin sjónleikur hjá donsk-um politikarum og teirra viðhaldsflokkum í Føroyum, er tó eitt skuggaspæl. Roynt verður at myrkaleggja framtíðina, og síðani við eini veikari ljósglæmu at fáa fram eitt skuggaspæl, har blokkstuðulin skal sýnast sum ein ovurstórur skuggi á vegginum.
Men veruleikin er ein heilt annar. Føroyski búskapurin og vælferðin vaksa uttan blokkstuðul. Seinastu trý árini er støðugt meira av blokkstuðlinum lagdur til viks og hildin uttanfyri føroyska búskaparrenslið. Og í fjør vórðu bert 373 milliónir brúktar.
Føroyska bruttotjóðarúrtøkan var í árinum 2000: 8,2 milliardir krónur Av samlaða búskapinum í Føroyum, vóru hesir donsku pengar bert góð 4%.
Okkara egna framleiðsla, ber sostatt knøpp 96% av føroyska búskapinum, og okkum restar bert 4% í, at vit hava ein sjálvberandi búskap. Og alt bendir á, at hetta árið fer at flyta okkum enn nærri málinum.
Gongur betur uttan blokkstuðul
Hetta er úrslit av arbeiðinum hjá øllum føroyingum og einum stoltum vinnulívi, sum vil menna seg og klárar seg í altjóða kapping. Og tað er eisini úrslit av einum ábyrgdarfullum búskaparpolitikki, sum ikki vil brúka donsku pengarnar at blása búskapin upp til ein famtíðar brest.
Og niðurstøðan er, at tað hevur sjáldan gingið betur í føroyska búskapinum og við føroysku vælferðini. Nógv restar í at byggja upp á egnum beinum eftir heimastýrisóskilið, men við langtíðarætlanum, búskapargrunni og ábyrgd, fer eisini tað at eydnast.
Sleppið ábyrgdini!
Tann stóri vandin liggur í ovurhiting av búskapinum, útgjaring, stuttskygni og mistreystissáing.
Men tað er júst hetta, sum danska stjórnin, danska fólkatingið og føroysku sambandsflokkarnir mæla til í eini beinleiðis útvarpaðari og sjónvarpaðari komediu - ella tragediu. Vit skulu brúka teir donsku pengarnar. Vit skulu ikki leggja langtíðarætlanir. Vit skulu ikki stovna amboð til skilagóða búskaparstýring. Hvat billa vit okkum inn, at vilja taka fulla ábyrgd og klára okkum sjálv?
Tað hevði verið áhugavert at hoyrt, hvat búskaparfrøðingar siga til avleiðingarnar fyri vanliga føroyingin av hesum politikki hjá donskum og føroyskum politikarum.
Onki alternativ finst til fullveldi
Vit kunnu venda fullveldinum á høvdið ella á skák. Vit kunnu bólta rút og grundgeva, so bókasøvnini bólgna. Men tað sigur tað sama. Bert um vit vilja binda okkum í danska ríkið og sleppa rættinum til fullveldi einaferð med alla, ber til at gera nakra avtalu við donsku stjórnina. Vit kunnu so gera nakrar hissini yvirtøkur og spæla fólk í húsi, inntil skrædlið kemur aftur.
Men tað fer ikki at eydnast at trýsta okkum til ábyrgdarloysið. Allir føroyingar vita, at eftir ein búskaparligan fepurdans, endar rokningin hjá vanliga føroyinginum - og sjálvsvirðingin og kenslurnar fyri okkara tjóð, køvast í biddarargongd.
Tí vilja vit taka fullveldi.