Íslendarar skipa 24. til 26. januar fyri Reykjavík International Games 2020, við luttøku av eisini einum 38 føroyskum svimjarum úr Ægir, Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag. Hóast kappingin er hørð, sær tað út til at føroyingarnir fara at kunna taka í øllum førum okkurt heiðursmerki, skrivar svimjing.com
Føroyingarnir eru sum heild styrkismettir høgt, men tað sær út til at gullheiðursmerkini verða trupul at røkka. Orsøkin er at tað eru svimjarar á heimsstøði við. Eitt nú eru sterkir svimjarar hjá kvinnunum sum OL-luttakarar Simona Kubova úr Kekkia, Mie Ø. Nielsen úr Danmark og Eygló Ósk Gústafsdóttir úr Íslandi, og hjá monnum tilsvarandi Anton Sveinn McKee úr Íslandi og Viktor B. Bromer úr Danmark, skrivar svimjing.com.
Kappast verður í tveimum aldursbólkum: Í bólkinum ”Ung” er talan um svimjarar, sum eru føddir í 2006 ella seinni. Í bólkinum ”Seniorar”, har svimjarar eru føddir í 2005 og seinni.
Sí luttakaralistan her, har áhugaverd styrkismeting fyri okkum er eitt nú:
Signhild Joensen (2000), Ægir 29.74 og nr 4 í 50 rygg
Róland Toftum (1998), SuSvim 29.43 og nr 2 í 50 bringu
Vár E. Eidesgaard (2001), HS 5:08.84 og nr 4 í 400 blandað
Rókur Trygvason (2000), Ægir 24.00 og nr 3 í 50 frí
Johan N. Dam (2002), HS 16:34.97 og nr 2 í 1500 frí
Høgni H. Thomassen (2002), HS 17:04.81 og nr 3 í 1500 frí
Vár E. Eidesgaard (2001), HS 9:08.50 og nr 2 í 800 frí
Johan N. Dam (2002), HS 4:11.02 og nr 4 í 400 frí
Signhild Joensen (2000), Ægir 1:03.01 og nr 4 í 100 rygg
Rókur Trygvason (2000), Ægir 1:04.41 og nr 3 í 100 bringu
Johan N. Dam (2002), HS 2:20.99 og nr 4 í 200 firvald
Vár E. Eidesgaard (2001), HS 2:07.26 og nr 4 í 200 frí
Vár E. Eidesgaard (2001), HS 4:29.50 og nr 4 í 400 frí
Signhild Joensen (2000), Ægir 2:16.42 og nr 2 í 200 rygg
Róland Toftum (1998), SuSvim 2:23.72 og nr 3 í 200 bringu
Bartal E. Eidesgaard (2003), HS 2:00.03 og nr 4 í 200 frí
Tey sum fara at luttaka úr Føroyum, eru:
Ægir: Signhild Joensen (2000), Rókur Trygvason (2000), Martin Sivertsen (2002), Natanael A. Matras (2002), Birna Isholm (2006), Sofía Toftegaard (2006), Jonna Joensen (2005), Annelisa Joensen (2003), Róa Trygvadóttir (2008), Rebekka Trygvadóttir (2004)
Havnar Svimjifelag: Vár E. Eidesgaard (2001), Johan N. Dam (2002), Høgni H. Thomassen (2002), Eyðrið Mortensen (2003), Bartal E. Eidesgaard (2003), Jóhannis Erlendsson (2003), Bjørg Ólavsdóttir (2004), Miriam Mortensen (2004), Maria S. Poulsen (2004), Ronja Ró í Dímun (2004), Niklas J. Arge (2004), Anna Højsted (2004), Jóhanna Eidesgaard (2004), Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Kristina í Skála (2005)
SuSvim: Róland Toftum (1998), Rói Bech (2001), Rani Jacobsen (2001), Bartal Debess (2002), Hans Jacob Hjelm (2003), Heini Hansen (2003), Rúni Dahl (2004), Teitur Winther (2005), Andreas Debess (2006), Lea Midjord (2002), Petra Nielsen (2003), Alisa Vestergård (2003), Bjørk Sørensen (2004), Elin Christiansen (2004)











