- 37 mans vóru veðurfastir

Sigur ein av stigtakarunum til at taka hellið úr Dímun til Havnar, har hesir 37 menninir krokaðu.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Poul Poulsen

 

Í gjár varð sjøtul settur á Dímunardagarnar á torginum í SMS, sum halda fram í dag. Á torginum stendur eitt hellið, ið er gjørt eftir einum veruligum hellið á Líltu Dímun, sum fólk kunnu hyggja í.

 

Poul Hansen, tiptip oldurabbi Poul Poulsen, var millum teir, ið keypti Lítlu Dímun í 1854. Fyri Poul Poulsen hevur hellið í Dímun ein heilt søguligan týdning.

 

- Í fjør vóru 50 ár síðani, at fleiri manns vóru farnir út til Dímunar at reka seyð. Tá ið seyðurin skuldi lorast niður í bíðandi bátin, brast illveður á, og 37 manns vórðu brádliga veðurfastir á minstu oynni í Føroyum, greiðir hann frá.

 

Endin var, at menninir vórðu noyddir at leita sær stað at kroka. Tað var altso í hellinum, sum nú kann síggjast á torginum í SMS, at menninir krokaðu í samfullar tveir dagar. Poul vísir á, at tey eru ógvuliga nógv, sum kenna til hendingina frá 1964, men fá, sum hava havt høvi at sleppa út á Dímun.

 

- Hellið, sum vit hava sett upp á torginum er í støddarlutfallinum eitt til eitt, og tey, sum hava sæð hellið í upprunalíki, eru á einum máli um, at hetta líkist akkurát. So nú kunnu øll onkursvegna fáa lut í hendingini frá 1964, sigur Poul.