350 milliónir børn búgva í krígsøkjum

Ein nýggj frágreiðing frá norska Redd Barnet sigur, at alt fleiri børn búgva í krígsøkjum, har stríðið verður harðari og harðari og børn í alsamt størri mun verða misnýtt í krígsførslu.

 

Man metir, at yvir 350 milliónir børn, tað vil siga sætta hvørt barn í heiminum, í dag livir í einum krígsøki. Hetta er ein øking upp á 75 prosent síðani 1995.

 

150 milliónir av hesum børnunum liva í sera hart raktum krígsøkjum, har fleiri enn 1.000.

 

Redd Barnet skrivar, at meðan børn sum heild fáa tað betri og betri (fleiri yvirliva barnaárini og fleiri ganga í skúla), so verður støðan verri og verri í krígsøkjunum. Tí meðan talið á krígsøkjum minkar, veksur talið á børnum, sum búgva í krígsøkjum.

 

Síðani 2010 hevur talið á hendingum, har børn verða dripin og særd økt við næstan 300 prosentum. Sambært frágreiðingini hjá Redd Barnet eru Sýria, Somalia og Afganistan vandamiklastu londini at vera barn.

 

Einasti glottin at hóma í frágreiðingini er, at talið á børnum, sum verða dripin og særd er minkað seinastu trý árini, úr 12.393 í 2014 til 10.068 í 2016. Tað eru tó nógv fleiri enn tey 3.274, sum var miðal árini 2005 til 2010.