35 ára starvsdagur hjá Pf. Leif Mohr

1. mars 2005 hevði Marjóna Djurhuus 35 ára starvsdag hjá Pf. Leif Mohr.

Marjóna hevur øll hesi árini arbeitt sum skrivstovukvinna. Áðrenn hon byrjaði hjá Leif Mohr, hevði hon arbeitt hjá Grønlandsfelagnum og í handlinum hjá Niels Vang í Lucas Debesargøtu.

Marjóna er 55 ára gomul og ættað úr Porkeri, dóttir Símun og Rebekku Djurhuus. Tey eru 4 systkin: Poula, Marjóna, Oddný og Steingrím.

Marjóna er fødd og uppvaksin í Porkeri. Í 1964, tá Marjóna var 15 ár, flutti familjan til Havnar at búgva. Fyrst búði tey í Dr. Jakobsensgøtu, men nøkur ár seinni fluttu tey út á Suðuroyarveg.

Í frítíðini fæst Marjóna nógv við hondarbeiði. Hon hevur stóran áhuga í arbeiðinum í Missiónshúsinum, umframt at hon er aktiv í felagsskapinum Skandinavisk barnamissión.

Marjóna hevur nógvar dygdir. Hóast sera lítillátin, ger hon altíð sítt arbeiði til lítar. Tey sum dagliga starvast saman við henni, hava frá henni lært týdningin av góðsku og ordan í arbeiðinum. Við 35 ára royndum er hon eisini ein sera góður stuðul hjá lærlingum, starvsfelagum og leiðsluni. Marjóna hevur eisini eitt stórt hjarta og er altíð til reiðar at hjálpa, har tað er neyðugt.