Hóast tað eru gingin meira enn fimm ár, síðani oljufeløgini, sum fingu leitiloyvi í 1. útbjóðing, bundu seg til at gjalda tilsamans 85 mill. kr. til førleikamenning av føroyskari vinnu, so eru enn einar 20 mill. kr. eftir av hesi upphædd. Peningurin skuldi verða brúktur innan 2007, so okkurt røkist helst fyri, at tað mesta av hesum førleikapengunum fer at verða brúkt, áðrenn tíðin fyri seks ára loyvini gongur út. Møguleiki er tó eisini fyri at brúka av pengunum eftir ta tíð, men so mugu nýggjar reglur gerast. Tað stendur annars í lógini, at teir pengarnir, sum ikki verða brúktir til førleikamenning, tá kunnu fara í ein serstakan grunn.
Umframt hesar 20 mill. kr. hava feløgini, sum fingu játtað leitiloyvi í 2. útbjóðing, bundið seg til at brúka einar 14 mill. kr. somuleiðis til førleikamenning, gransking og onnur endamál, sum hava við leiting og eina framtíðar føroyska oljuvinnu at gera. Tvs. at tað í dag standa 35 mill. kr. tøkar at brúka til førleikamenning og onnur endamál váttar Petur Joensen, deildarleiðari á Oljufyrisitingini.