LØGTINGSVAL
34.423 fólk hava valrætt til løgtingsvalið týsdagin hin 20. januar. Valt verður á 65 valstøðum kring landið. Hetta eru 901 fólk fleiri enn við seinasta val í 2002, sum svarar til ein vøkstur áljóðandi 2,6%.
Størsta vøksturin í valdømum finna vit í Vágum, har vøksturin er 4,3% ella 89 fólk.
Í øllum valdømum eru fleiri veljarar í ár enn við seinasta løgtingsval. Minsta vøksturin finna vit á Sandoynni, har bert trý fólk fleiri kunnu fara á val hesaferð í mun til seinast, og týsdagin kunnu í mesta lagi 1.085 fólk atkvøða á teimum seks valstøðunum í oynni.
Størsta valdømið er Suðurstreymoyar valdømi, har 12.884 fólk kunna kalla seg veljarar. Harav hava 11.109 valrætt á størsta valstaðnum, Tórshavn.
Minsta valstaðið finna vit á Kalsoynni og Norðoyggjum. Á Syðradali verða í mesta lagi tríggjar atkvøður at telja upp. Í alt hava 4.363 valrætt í Norðoyggjum ? 79 fleiri enn við seinasta val.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$397 lesandi
À teimum níggju valstøðunum í Suðuroynni hava 3.806 fólk valrætt. Vøksturin er 1,1%.
Av teimum 34.423 við valrætti týsdagin eru 397 lesandi uttanlands, sum sambært galdandi lóg hava rætt at atkvøða til valið hesaferð.
Er seinasta løgtingsval og kanska eisini seinasta fólkatingsval eftirfarandi, so skulu vit vænta stóra valluttøku týsdagin. Heili 91,6% av teimum, sum høvdu valrætt seinast, fóru á val. Raskast vóru tey at velja á Sandoynni, har heili 93,3% møttu upp.
Vit loyva okkum tí at gita, at nakað væl omanfyri 31.000 fólk fara á val týsdagin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dýrast í Suðurstreymoy
Størsta valdømið í landinum, Suðurstreymoy, er eisini har valdømisvaldir tingmenn er dýrast, t.e. lutfallið millum veljarar og tal av valdømisvaldum tingmonnum er størst.
Býta vit talið av fólki við valrætti við talið av valdømisvaldum tingmonnum í hvørjum valdømi, fáa vit tað úrslit, at 1.611 atkvøður skulu í prinsippinum til hvønn tingmann í Suðurstreymoy.
Eysturoyggin merkir eisini vøkstur. 7.485 fólk, sum er 220 fólk fleiri enn í 2002, hava valrætt. Har eru tey eisini nógv um hvønn tingmannin. 1.497 veljarar eru til hvønn tingmannin.
À triðja plássi er Norðstreymoyar valdømi við 1.356 fólkum við valrætti fyri hvønn valdømisvaldan tingmann. 2.711 fólk hava valrætt í Norðstreymoy ? 62 fleiri enn við síðsta val.
Bíligast eru tingmenn á Sandoynni í so máta. À Sandoynni eru 543 fólk til hvønn tingmannin. Altso, tríggjar ferðir so nógv fólk eru um hvønn valdømisvalda tingmannin í Suðurstreymoy í mun til Sandoyar valdømi.
Tølini í hinum valdømunum eru hesi: Suðurstreymoy 1.171, Norðoyggjar 1.091, Vágar 1.045 og í Suðuroynni fáa 952 fólk ein valdømisvaldan tingmann.
Vit kunnu leggja afturat, at verður núverandi býtið av eykavaldum lagt afturat valdømunum, so hevur Eysturoyggin mest veljarar fyri hvønn tingmannin - 1.248.
Vóru Føroyar eitt valdømi, har 32 tingmenn skuldu veljast, so vildi 1.076 veljarar verið um hvønn teirra.