Somaliski sjórænarin Abduwali Muse skal sita 33 ár og níggju mánaðir í fongsli ella harðastu revsing fyri at hava rænt bingjuskipið Maersk Alabama í 2009. Eftir einari avtalu millum verjarnar og ákæruvaldið í mai í fjør viðgekk Abduwali Muse at hava rænt skip og fólk. Harafturat játtaði hann seg sekan í burturflyting og gíslatøku.
Afturfyri slapp hann undan ákæru, sum kundi givið honum lívlangt fongsul.
Ístaðin fyri samdust verjarnir og ákæruvaldið um, at Adduwali Muse kundi fáa fongsulsrevsing millum 27 ár og 33 ár og níggju mánaðir.