Úrslitið hjá Bakkafrost fyri 1. hálvár 2015 var 323 milliónir krónur eftir skatt samaborið við 213 milliónir 1. Hálvár 2014.
– Kappingin á altjóða marknaðinum er hørð, og vit gleðast um at vit standa okkum í kappingini. Ein góð vøra við serstakum smakki og eginleikum úr lokalum rávørum geva høgt virði til okkara kundar. Hetta, saman við grundleggjandi góðum rakstri hevur viðført, at úrslitið er metgott.
Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Hann sigur víðari, at liðugvøruframleiðslan hevur enn einaferð víst, at hon skapar bæði virði og arbeiðspláss. Íløgan í nýggja skipið „Hans á Bakka“ er partur av samlaðu íløguætlan okkara upp á 1,5 milliardir krónur, sum hevur til endamáls at tryggja, at Bakkafrost framhaldandi varðveitir eina kappingarføra støðu í heimsflokki. Kappingin er við útlandið og einans við kappingarførum støðugum kørmum tryggja vit, at vit framhaldandi menna okkum og skapa enn fleiri arbeiðspláss og virðisøking í føroyska samfelagnum.
Annars ársfjórðingur:
Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit á 303 milliónir krónur annan árfjórðing 2015. Samanborið við rakstrarúrslitið annan árfjórðing 2014 á 212 milliónir krónur er hetta ein hækking á 43%. Úrslit eftir skatt var 191 milliónir krónur annan ársfjórðing 2015.
Tøkan av laksi annan ársfjórðing 2015 var 14.182 tons. Hetta er met í einum ársfjórðingi hjá Bakkafrost. Metta tøkan av laksi hjá Bakkafrost fyri 2015 er óbroytt. Rakstrarúrslitið hjá alideildini var 248 milliónir krónur annan ársfjórðing 2015. Liðugvørugeirin, sum framleiddi 5.064 tons annan ársfjórðing 2015, hevði eitt rakstrarúrslit á 31 milliónir krónur. Framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri (FOF-geirin) hevði eitt rakstrarúrslit áðrenn avskrivingar á 53 milliónir krónur annan ársfjórðing 2015.
Bakkafrost setti 1,4 milliónir smolt út í øðrum ársfjórðingi 2015, sum er í samsvari við útsetingarætlanina hjá felagnum.
Góði fiskiskapurin eftir uppsjóvarfiski kring Føroyar í fyrsta ársfjórðingi 2015 helt áfram í øðrum ársfjórðingi 2015. Havsbrún tók ímóti 86 túsund tonsum av rávøru annan ársfjórðing 2015. Rávørukeypið hjá Havsbrún fyrsta hálvár 2015 var sostatt 161 túsund tons.
Tann 30. juni 2015 var nettoskuldin hjá Bakkafrost 302 milliónir krónur í mun til 233 milliónir krónur við ársenda 2014. Bakkafrost hevði ótroyttar kredittir á 721 milliónir krónur við endan av fyrsta ársfjórðingi 2015, og solvensurin var 61%.
Eftirspurningurin eftir laksi hevur verið vaksandi seinastu árini orsakað av høga vøkstrinum á nýggjum marknaðum og støðugum vøkstri á siðbundnu marknaðunum. Vøksturin av altjóða útboðnum av aldum laksi verður væntandi áleið 4-5% í 2015 og 2-3% í 2016 í mun til árið frammanundan. Orsøkin til avmarkaða vøksturin er, at nógvir laksaframleiðarar eru um at røkka fulla nýtslu av verandi framleiðsluorku.
Bakkafrost væntar at taka 49.000 – 51.000 tons av laksi í 2015. Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2015 verður væntandi um 10,4 milliónir smolt. Tøkumeting og útseting av smolti er altíð tengd at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi við at tryggja eina burðardygga alivinnu.
Málið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av aliframleiðsluni verður selt sum liðugvøra til fastar prísir. Søluavtalur fyri liðugvøru verða gjørdar fyri eitt tíðarskeið millum seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur avtalað umleið 75% av framleiðsluorkuni hjá liðugvørudeildini fyri restina av 2015.
Útlitini fyri framleiðsluni av mjøli og lýsi eru batnað, sum tøka rávøran til framleiðsluna er økt. Kvoturnar fyri svartkjaft í Norðuratlantshavi eru øktar, og tí metir Bakkafrost, at útlitini eru góð fyri, at neyðuga rávøran til framleiðsluna av hágóðsku laksafóðri er tøk.
Mett verður, at samlaða sølan av laksafóðri verður 73.000 – 77.000 tons í 2015. Hetta er ein lækking frá seinastu meting, sum var 83.000 – 87.000 tons, tí søla til uttanhýsis keyparar er lækka. Mett fóðurkeyp frá alideildini hjá Bakkafrost í 2015 er óbroytt.
Upprunaliga íløguætlanin hjá Bakkafrost frá juli 2013 varð dagførd í august 2014. Endamálið við íløguætlanini er at tryggja framhaldandi besta kappingarføri, lívfrøðiligan vøkstur, økja smidleikan í framleiðsluni og minka lívfrøðiliga váðan. Vit eru nú komin miðskeiðis í íløguætlanini fyri tíðarskeiðið 2013-2017 á 1,5 mia kr. Av hesum væntast íløgur í 2015 fyri umleið 550 milliónir krónur.
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina effektiva framleiðslu, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.