32 sent uppskot inn til búmerkjakapping hjá Løgtinginum

Tá freistin var úti mánadagin at luttaka í búmerkjakappingini hjá Løgtinginum, høvdu 32 fólk sent uppskot inn

POLITIKKUR

 
Herfyri skrivaði Løgtingið út búmerkjakapping, og tá freistin var úti mánadagin, høvdu 32 fólk sent uppskot til kappingina.
Ætlanin er, at eitt búmerki skal lýsa arbeiðið og uppgávurnar hjá tinginum, og í dómsnevndini sita formansskapurin í Løgtinginum, Palli Gregoriussen, arkitektur, Ingi Joensen, grafiskur designari, og Hansina Iversen, listakvinna.
Løgtingið tilskilar sær rætt til at velja frítt, um vinnarauppskotið verður brúkt til endaliga búmerkið, og av Løgtingsskrivstovuni verður sagt, at tey vænta, at vinnarin helst verður funnin skjótt.