319 fólk sleppa nú heim aftur

319 av teimum, sum vóru flutt burtur í Aalesund í farnu viku, sleppa nú heim aftur Aftaná skriðulopið í farnu viku vóru 467 fólk flutt burtur frá økinum við Fjelltunvegen í Aalesund. Eldurin í tí stóra propantanganum er nú sløktur, so nú sleppa 319 av hesum 467 fólkunum at flyta heim aftur til bústað sín. Hesir íbúgvarnir sleppa at flyta heim aftur, aftaná kl. 16 í dag. 111 bygningar hava staðið tómir, og verður nú loyvt fólki at flyta inn aftur í 61 av hesum 111 bygningunum. Nær fólk sleppa at flyta aftur í teir 50 bygningarnir, sum liggja nærmast við Fjelltunvegen er enn óvist. Men trygdarøkið í Aalesund verður munandi minni aftaná kl. 16 í dag!