316 føroyingar á ?Teenstreet?

Føroyar eru triðstørsta tjóðin á altjóða ungdómsráðstevnuni, sum verður hildin í Týsklandi í hesum døgum Seint í gjárakvøldið vóru allir 316 føroyingarnir komnir upp á pláss til tað stóru, altjóða ungdómsráðstevnuna

?Teenstreet? í Offenburg í Týsklandi. Luftmadrassur í stórum tali vóru blástar upp, og fólk gjørdu seg til reiðar at vera á TeenStreet komandi vikuna.

Túsindtals ungfólk úr mongum ymiskum londum eru savnaði til hesa kristnu ráðstevnuna, sum felagsskapurin OM skipar fyri. OM er sami felagsskapur, sum hevur gomlu Norrønu í sínari tænastu. Í dag eitur skipið Logos Hope.

Oddmar Tausen av Toftum, sum er ein av føroysku leiðarunum fortaldi á Rás2 ígjár, at Føroyar eru tann triðstørsta tjóðin á Teenstreet-stevnuni, og at umboð fyri tey stóru londini vóru rættiliga ovfarin av, at lítlu Føroyar kundu senda heili 316 fólk á eina slíka ráðstevnu. Hetta er størsta talið av føroyingum, sum hava verið til Teenstreet nakrantíð. 30 prosent av teimum, sum eru við føroyska ferðalagnum hava ongantíð verið við áður. Talan er um ungfólk úr øllum trúarsamfeløgum í Føroyum, sum eru við á Teenstreet.

Í dag er einki fastlagt á skránni uttan at tey ungu kunnu fara at hyggja seg runt á stóra TeenStreet økinum í Offenburg ella fara at shoppa í býnum. Í kvøld klokkan 20 (lokala tíð) byrjar fyrsta møtið, sum er innleiðingin til Sálm 23, sum er evnið á TeenStreet í ár.