31 ára gamal dómari úr Estlandi høvuðsdómari til B36-Borac

Dysturin í Europa Conference League undankappingini millum B36 og Borac byrjar klokkan 18 í annaðkvøld

Í annaðkvøld klokkan 18 skal B36 á ovara vølli í Gundadali spæla seinna dystin í Europa Conference League undankappingini móti Borac Banja Luka úr Bosnia. Bosniska liðið vann fyrra dystin 2-0. 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 17.45. 

 

Tað verður 31 ára gamli Joonas Jaanovits úr Estlandi, ið verður høvuðsdómari til dystin. 

 

Í altjóða høpi er talan um ein hampuliga royndan dómara. Joonas Jaanovits hevur higartil dømt 17 altjóða dystir. 

 

Joonas Jaanovits hevur dømt í teimum hægru estisku fótbóltsdeildunum síðani 2011.