Stjørna eitt kvøld
Tað var verri enn nøkur drotningavitjan, tá ið Guðrun Jacobsen kom heimaftur til Tvøroyrar eftir at hava vunnið sangkappingina Stjørna eitt kvøld hjá Danmarks Radio.
Almenn móttøka var í ítróttarhøllini í Trongisvági og har var eisini stúgvandi fult av fólki. Mett var at eini 3.000 fólk vóru samankomin í ítróttarhøllini. Í øllum førum var semja um, at talan var helst um størstu mannfjøld, sum nakrantíð var samankomin í høllini og kanska til nakað tiltak á Tvøroyri yvirhøvur.
Sostatt var annarhvør suðuroyingur farin frá húsum at bjóða Guðruni vælkomnum heimaftur.
Atlantsflog hevði tyrluna til taks og hon fleyg Guðruna suður, so at tey settu seg á bilaplássinum við ítróttarhøllina klokkan hálvgun níggju sunnukvøldið.
Tá ið næstringarnir høvdu tikið ímóti henni, spældi hornorkestrið eitt stykki í túninum, áðrenn farið var undir tak, tí kølið var hetta kvøldið.
Á samkomuni helt Kristin Michelsen eina stutta røðu, har hann vísti á týdningin, sum hetta hevði, ikki bara fyri Tvøroyri og Suðuroynna, men fyri allr Føroyar, tí hann helt, at tað lá eitt ómetaligt lýsingavirði í einum slíkum avriki og hann helt, at Guðrun var eitt virðiligt umboð fyri okkara land.
Henn segði, at øll vóru stolt av Guðruni. Men hann minti hana eisini á, at tað kundi vera kalt á toppinum, so hann bað hana eisini ansa væl eftir sær.
Á Tvøroyri er eisini eitt annað tónlsitarligt stjørnuskot, Brandur Enni. Hann var eisini komin at ynskja Guðruni tillukku og vælkomnum heim og tað gjørdi hann við sanginum, ?The Way I Am?, sum hann sjálvur hevur skrivað.
Og sjálvsagt mátti Guðrun eisini á pallin at syngja teir báðar sangirnar, hon sang í kappingini, ?Hero? og ?Promise Me?. Hon sang eisini nakrar sangir við Gospelkórinum, sum eisini var á palli hetta kvøldið.
Og tað var ikki smávegis av gávum, Guðrum fekk. Frá Tvøroyrar Býráð fekk hon ein kekk upp á 10.000 krónur. Tað sama fekk hon frá Suðuroyar Sparikassa og frá klædnahandlinum, CN Wear, fekk hon eitt gávukort upp á ókeypis klæðir í eitt heilt ár.
Við á á móttøkuni í Suðuroy vóru eisini Sjónvarp Føroya og Danmarks Radio so okkurt verður væntandi á skíggjanum komandu dagarnar. Útvarpið var eisini við og sendi beinleiðis.