Tíðliga í morgun var ein oljuleki hjá Shell á Viðarnesi í Havn. Ein tangabátur pumpaði olju í ein tanga sum fyltist og meiri enn 3000 litrar av olju runnu út Klokkan hálvgum seks í morgun hendi eitt óhapp hjá Shell á Viðarnesi í Havn. Ein tangabátur pumpaði olju í ein tanga, sum tey hildu tóman. Tangin var tó langt frá tómur, hann fyltist skjótt og síðani runnu meiri enn 3000 litrar av olju út.
? Har hendi ein minni yvirfylling, men har er einki farið út av økinum. Alt, sum er runnið út, er inni í tangagarðinum, sigur Palli Petersen, rakstrarleiðari hjá Shell.
Hann greiðir frá, at tey síðani hava arbeitt við at taka upp eftir lekan.
? 3000 litrar av olju eru pumpaðir upp, og nú er millum lítið og einki, sigur Palli Petersen og endurtekur so, at øll oljan er innan fyri tangagarðin.
Tað, sum nú er eftir, er ikki so lætt at fáa upp. Nakað av oljuni er seyrað niður í jørðina, og tí gongur tað ikki líka skjótt við at taka seinastu restirnar upp.










