300 bingjuskip løgd

Umleið 300 bingjuskip um allan heimin liggja nú fyri teym. Talið av bingjuskipum, sum seinastu tíðina eru løgd, er nú komið upp á umleið 300 skip um allan heimin. Tað svarar til, at 6,5 prosent av øllum bingjuskipum í liggja fyri teym.

Kreppan er nógv ógvusligari enn í 2002, tá 3,2 prosent av bingjuskipaflotanum varð lagdur, stendur í tíðindaskrivi frá Maritime Danmark.

Tølini, sum eru gjørd av franska konsulenthúsinum AXS-Alphaliner, eru uppgjørd áðrenn týska reiðaríið Senator Lines mátti gevast í síðstu viku.