30 ung hava fríðkað um bygdini

Sørvágs kommuna hevur í løtuni 30 ung fólk í arbeiði, sum hava ruddað, málað, lúkað og rakað runt um alla bygdini fyri at fríðka um bygdini til vestanstevnuna

Nógv lív var í Sørvági, tá vit vitjaðu har upp undir vestanstevnuna. Menn hjá landsverk asfalteraðu runt í bygdini fyri at fáa vegirnar klárar, og so gingu tíggjutals ung fólk runt umkring og fríðkaðu um bygdini.

Nøkur teirra vóru á Stakka mitt í bygdini, har setanin, midnáttarrøðan og fólkafundurin vera á skránni. Hesi ungu gjørdu klárt til vestanstevnuna, og vit fingu eitt prát við fýra teirra.


Gleða seg til stevnuna

Jóan Pauli, Vivian, Guðrun og Vinnie vóru júst í ferð við at lúka eitt sindur í moldini og blómunum, sum er á Stakka, tá vit fóru at práta við tey. Vit spurdu tey, hvat tað var, sum tey høvdu gjørt runt í bygdini.

- Vit hava mest verið í hesum umráðnum, har vit hava lokið, rakað og málað. Tað eru tó onnur av teimum, sum hava gjørt onnur ting runt í bygdini. M.a. hava vit ruddað sandin og ánna.

Tey fýra siga seg annars gleða seg avbera nógv til stevnuna, sum byrjar fríggjadagin.

- Ja, tað er heilt vist, at vit gleða okkum. Her er nógv spennandi at royna, og vit fara bestemt ikki at keða okkum, siga tey fýra sum við ein munn.

Tá vit spurdu tey, hvat tey ætlaðu sær at gera á vestanstevnu, vóru svarini nakað ymisk, men tey vóru øll samd um, at av tí at har var so nógv at fara til, so høvdu tey nógv at royna komandi dagarnar.