30 túrar yvir 10.000 pund

Tað hevur verið óføra góður útróður heilt síðan í heyst, og útróðurin hevur ikki verið minni góður í vetur.

Tað hevur verið óføra góður útróður heilt síðan í heyst, og útróðurin hevur ikki verið minni góður higartil í vetur. Útróðrarmenn, sum rógva út burtur av, lata sera væl at gongdini og fiskiskapinum.

 

Ein av útróðrarbátunum, sum hevur gjørt tað rættiliga gott í heyst og higartil í vetur, er útróðrrabáturin Brandur, sum Janus Sørensen á Viðareiði eigur og rekur.

 

Janus Sørensen sigur, at teir higartil í januar hava gjørt 13 túrar og hava fiskað umleið 140.000 pund, harav besti túrur higartil í januar gav heili 20.000 pund og hin næst besti umleið 16.000 pund.

 

Men, tað er ikki bara í januar, at tað hevur gingið væl at fiska í vetur. Í november fiskaði útróðrrabáturin Brandur 155.000 pund tilsamans og hevði nakrar túrar fleiri tá enn higartil í januar.

 

Desembermánaði var eisini góður til fiskiskap, men tá vóru dagarnir nakrir færri. Nakrar dagar um jólini og nýggjárið lá báturin, og manningin helt frí.

 

- Høvdu vit fingið einar tveir góðar túrar aftrat í januar, so hevði mánaðin, sum annars hevur verið rættiliga góður, bara verið fantastiskur. Jú, tað er hugaligt, nú fiskur er aftur at fáa.

 

Janus Sørensen sigur, at góði línufiskiskapurin byrjaði beinanvegin tíðliga í heyst, og hann leggur aftrat, at siðan hin 1. oktober hava teir gjørt einar 30 túrar, har veiðan hevur verið 10.000 pund og meira.