Birita vaks upp úti við Grønlandsvegin í Havn. Eftir lokna skúlagongd fór hon í skrivstovulæru á Advokatskrivstovuni, ið tá húsaðist í Niels Wintersgøtu. Síðani hevur hon tikið útbúgving sum advokatskrivari.
Seinastu nógvu árini hevur hon tikið sær av bókhaldinum á Advokatskrivstovuni.
Birita er elst av trimum døtrum hjá Ragnu og Martin Thomsen.
Birita er gift Kristiani Thorleifsson. Tey búgva í Purkugerði í Havn og eiga børnini Dann (24ár) og Ragnheiður (14 ár).










