30 ára starvsdag í Málingahandlinum

Í dag, týsdagin 11. januar 2005, hevur Hermundur Zachariassen á Argjum 30 ára starvadag hjá Málingahandlinum í J.C. Svabosgøtu í Havn

Í 30 ár hevur hesin sera fryntligi og fyrikomandi "unglingin" gingið millum gardinstengur, rullugardinur, persiennir og billakk í Málingahandlinum.

Hóast Hermundur er deyvur, klárar hann seg sera væl í hesum starvi, hann er kvikur at lesa munnin av, tá kundarnir spyrja um eitt ella annað, og hann dugir væl at gera seg skilligan. Eisini brúkar hann blýant og pappír at samskifta við.

Hann hevur gott eyga fyri litum. Hóast billakk verður blandað eftir ávísum forskriftum, er tað ikki altíð at tað líkist heilt. Tá er Hermundur ein meistari í at fáa tað at líkjast.

Hermundur er formaður í Deyvafelagnum, og nógv deyv koma inn á gólvið í Málingahandlinum til eitt hugnaligt "prát".

Hermundur er føddur í Norðragøtu 20. august 1937. Foreldrini vóru Jákup og Annelena Zachariassen. Tey fingu sjey børn, har fimm av teimum vóru deyv.

8 ára gamal fór hann til Danmarkar at ganga í deyvaskúla í Fredericia.

Liðugur við skúlan fór hann í læru sum bakari. Tá hann kom heim til Føroyar, arbeiddi hann hjá Frants Restorff í Havn.

Um hesa tíðina møtti hann Sólbjørg Mortensen av Argjum, sum bleiv kona hansara.

Sólbjørg og Hermundur eigur 4 børn og 10 ommu- og abbabørn.

Miðskeiðis í 60-unum hevði Hermundur bakaríið í Gøtu. Har bakaði hann breyð og køkur, og seldi bakaravørur til stóran part av bygdunum har um leiðir.

Seinni arbeiddi hann á bakarínum hjá Hallgrím Miðberg í Saltangará.

Síðan flutti hann aftur til Argjar, og fór at arbeiða í Málingahandlinum í 1975.

Hermundur hevur nógv frítíðarítriv, hann hevur fingist nógv við at mála málningar, og honum dámar væl fótbólt - er GÍ-fan.
Hann brúkar fleiri mánaðir av árinum við Leynarvatn, har hann fiskar laks.

Hann fylgir sera væl við í hvat hendir úti í heimi, hyggur eftir tíðindasendingum í sjónvarpinum, samskiftir nógv við fartelefon (sendir SMS) og samskiftir við telduposti.

Nú hann er fyltur 67 ár, er hann farin at arbeiða hálva tíð í Málingahandlinum, men hann keðir seg ongantíð. Hóast sítt brek, hevur hann ikki ligið á latu síðuni. Hann er ein glaður lívsnjótari.