30 ár við listaframsýning í Runavík

Eins og tjøldrini venda aftur á hvørjum ári um Grækarismessu, so er listaframsýningin hjá Lions Clut Eysturoy eitt afturvendandi tiltak um ta tíðina Eins og undanfarin ár hevði Lions Club Eysturoy um páskirnar eina stóra listaframsýning í Runavíkar skúla, har bæði nýbyrjaði innanfyri listamáling og roynd og drivin listafólk, sýndu fram meiri enn 200 listaverk.

Tað eru nú meiri enn 30 ár, at felagið hevði sína fyrstu framsýning her.

Í tíðindaskrivi skrivar Lions Clut Eysturoy, at setanin var hugnalig, har systrarnar Morid, Joan og Bodil av Høgabóli sungu, meðan Petur Súni hevði undirspælið. Setanarrøðuna helt Kári P. Højgaard, løgtingtingsmaður.

Umleið 40 listafólk sýndu fram millum 200 og 250 listaverk. Talan var um oljumálningar, vatnslitsmyndir, tekningar, klipp og annað listarligt handverk.

424 fólk vitjaðu framsýningina.

Sølan av listaverkum gav tilsamans 170.000 krónur, og ágóðin er latin til altjóða tiltakið hjá Lions Clubbunum ?Sight First?, sum merkir ?sjónina fyrst?.