Mánadagin 1. mai var innanhýsis móttøka á Landssjúkrahúsinum í sambandi við at Petur Ellefsen yvirlækni hevði 30 ára starvsdag og í heyst verður loystur úr starvi sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Eisini varð hátíðarhildið at ONH-deildin (Oyrna-Næsa-Hálsdeildin) er flutt til á B4, har sum barnadeildin fyrr var.
Har vóru bæði starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og familja og vinir hjá Peturi Ellefsen.
Sonur Petur og starvsfelagin, Bjarki Ellefesen, helt røðu, og sjúkrahússtjórin Poul Geert Hansen. Hann segði m.a. at Petur var tann fyrsti yvirlæknin, sum hevði Oyrna-Næs-Háls økið sum serøki burturav, og hesa uppgávuna hevur hann røkt fyrimyndarliga øll hesi árini tað mesta av tíðini einsamallur inntil fyri nøkrum árum síðani, tá sonurin Bjarki, bleiv settur afturat.
Sjúklingar og starvsfólk hava verið ómetalig glað fyri teg sum lækna. Tú hevur verið nærlagdur, málrættaður og lættur at arbeiða saman við. Tú handar eina væl skipaða deild víðari til sonin. Landssjúkrahúsið hevur havt tørv á tær og tínum eginleikum.
Fólk hava álit á tær, og tú dugir at gjøgnumskoða støður og vera við til at taka rættar avgerðir. Tú hevur humør, og tað sum danir kalla lune.
Hetta er ein avbera góður eginleiki sum leiðari. Í øllum tínum virki, hevur tú verið ábyrgdarfullur, arbeiðssamur og góður við Landssjúkrahúsið.
Eg vil takka tær fyri tey 30 árini, tú hevur virkað sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, segði sjúkrahússtjórin.
Petur Ellefsen er miðvingur, sonur Sofíu, f. Højgaard, úr Rituvík, og Joen Elias Ellefsen úr Miðvági.
Hann var útbúgvin sum lækni í 1966, og arbeiddi í hálvtannað ár á Landssjúkrahúsinum og var seinni annar av kommunulæknunum í Vági í hálvt ár í 1967-68.
Eftir tað fór hann til Danmarkar at útbúgva seg sum serlækna í oyrna-næsa- og hálssjúkum (otologi). Hann var bæði á Ríkissjúkrahúsunum og á Glostrup- og Gentofte hospital.
Í 1976 flutti hann heim aftur til Føroya og byrjaði á Landssjúkrahúsinum 1.mai.
Petur er giftur Jórun, sum er úr Havn, dóttir Marthu, fødd Mørkøre, úr Havn, og Sámal Erik Matras, ættaður av Viðareiði.
Børnini hjá Jórun og Peturi eru: Bjarki, sum býr Havn, Birita, Durita og Malan, sum allar búgva í Danmark. Barnabørnini eru 9 í tali.