Nýggju skipini minka CO2 útlátið við 50% í mun til tey verandi og verða tryggjað móti sjórænarum.
Business-Line skrivar, at danska reiðaríið A P. Møller - Maersk hevði bílagt 10 risastór bingjuskip frá skipasmiðju í Suðurkorea, við møguleika fyri bygging av 10 skipum aftrat teimum fyrstu 10.
Á tíðindafundi í London mánadagin kom fram, at Maersk hevur tryggjað sær møguleika fyri bygging av 20 risaskipum aftrat teimum fyrstu 10 skipunum. Tey fyrstu 10 skipini skulu handast Maersk í 2014.
Nýggju skipini skulu hjálpa Maersk at minka um høgu orkuútreiðslurnar. Tey verða nógv bíligari í oljurakstri og meira umhvørvisvinarlig, enn verandi flotin hjá Maersk.
Skipini verða útgjørd við eini hita-endurnýtsluskipan, ið ger, at tey minka CO2 útlátið við 50%, í mun til verandi skipini á rutuni millum Asia og Evropa, upplýsir Suðurkoranska Skipasmiðjan, ið skal standa fyri byggingini av heimsins størstu bingjuskipum til eitt av heimsins størstu reiðaríum, danska A. P. Møller Mærsk.