Sambært hagtølum hjá Akstovuni, so vóru 110 el-bilar skrásetti í Føroyum á nýggjárinum. Higartil í ár eru 30 afturat komnir á listan, sum 1. mai vísti, at nú er talið á skrásttum el-bilum í Føroyum komið upp á 140.
Tilsamans eru skrásett 37.897 akfør í Føroyum. Tá el-bilarnir telja 140, so merkir tað, at prosentparturin av el-bilum nú er komin upp á 0,37 prosent. Á nýggjárinum var prosentparturin 0,29, so her er talan um evarska lítlan vøkstur.