30 milliónir settar í føroyska sjónvarpsrøð

– Sjónvarpsrøðin TROM kann gerast størsta føroyska filmsframleiðslan og sølufremjandi átak nakrantíð – fyri søguliga lítla upphædd. Nú er neyðugt, at løgtingið játtar 4 milliónir krónur til sjónvarpsrøðina. Hetta eru pengar, sum útlendskir íleggjarar fara at bera aftur fýrfaldað.

Soleiðis skrivar Tina í Dali Wagner, Head of the Faroese Film, tí tíððindaskrivi:

»Útlendskir íleggjarar síggja nevniliga stórar møguleikar í TROM, sum byggir á skaldsøgu eftir Jógvan Isaksen, og sum handritahøvundurin Torfinnur Jákupsson hevur skrivað til sjónvarpsrøð. Útlendingar hava longu sett 30 milliónir krónur í sjónvarpsrøðina. Samlaða fíggjarætlanin er 37 milliónir krónur.

Íleggjararnir hava eisini longu boðað frá, at fyrstu partarnir í sjónvarpsrøðini eru so lovandi, at teir hava sýnt áhuga fyri at seta pening í, at fleiri partar verða gjørdir í røðini.

TROM flytir fólkakæru søgurnar hjá føroyska skaldsøguhøvundanum, Jógvani Isaksen, inn í eina spennandi sjónvarpsrøð í seks pørtum. Karmurin rundan um spenningssøguna er vakra og stórbæra føroyska náttúran.

Hetta kann gerast størsti sýnisgluggin hjá Føroyum nakrantíð.

Eftir ætlan skal sjónvarpsrøðin takast upp í Føroyum. Hetta fer at geva 16 milliónir krónur í beinleiðis inntøku til føroyska landskassan.

Til tess at hetta skal eydnast, er umráðandi, at løgtingið játtar 4 milliónir krónur til sjónvarpsrøðina, sum eggjar framleiðaranum til at taka sjónvarpsrøðina upp í Føroyum. Íløgan kemur innaftur ferfaldað.

Við játtanini fylgir eitt krav um, at 16 milliónir krónur verða nýttar í Føroyum. Útreiðslurnar verða skjalprógvaðar og fara til føroyska arbeiðsmegi, gistingarhús, flogferðir og aðrar tænastur, sum geva sítt týðandi íkast til føroyska vinnu og á tann hátt føroyska landskassan.

Umframt at fáa peningin ferfaldað innaftur verður ein føroysk spenningsrøð søgd í føroysku náttúruni - send til hyggjarar úti í heimi. Hetta skapar arbeiðspláss til filmsfólk, sjónleikarar og nógvar fyritøkur í tænastuvinnuni.

Filmshúsið mælir til, at løgtingið játtar 4 milliónir krónur til afturberingarskipanina, sum er gjørd til endamálið. Hetta er neyðugt til tess, at sjónvarpsrøðin verður gjørd og filmað í Føroyum. Annars noyðist framleiðslan at fara fram í einum landi, har peningur verður játtaður til framleiðsluna.

Sjónvarpsrøðin TROM verður gjørd. Men nú er neyðugt at taka avgerð um, hvørt framleiðslan verður í Føroyum ella í øðrum landi - til gagns fyri filmsfólk, gistingarhús og tænastuvinnuna.«

Lesið eisini greinar úr Sosialinum um sama evni:

Sosialurin 8. apríl 2019

Sosialurin 10. januar 2020

##med2##