30 mans í sving við fimleikarhøll

Búsetur er líka sum komið til sluttspurtin við nýggju fimleikarhøllini í Runavík.

Byggifyritøkan Búsetur hevur rættiliga nógv virksemi kring um landið í løtuni og soleiðis, sum gongdin hevur verið seinnu árini, hevur felagið havt nógv virksemi í Eysturoy.

 

- Millum tey arbeiði, sum vit í løtuni eru í holt við, er byggingin av nýggjari fimleikarhøll í Runavík, og haraftat er gamla ítróttarhøllin eisini longd við umleið fimm metrum, eins og høllin skal dagførast.

 

Hallur F. Hansen, arbeiðsformaður hjá Búsetur og dagligur leiðari hjá fyritøkuni í Eysturoy, sigur, at umleið 30 mans eru við í arbeiðnum í Runavík, nú teir líka sum eru komnir til sluttspurtin í hesi verkætlan.

 

Á Strondum byggir Búsetur nýtt kirkjuhús, og í høvuðsstaðnum hevur felagið eisini fleiri jørn í eldinum.

 

- Í Havn byggja vit eitt nú bygninginum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, eins og felagið byggir nýtt felagshús til bátafelagið í Havn.

 

Hallur F. Hansen sigur, at Búsetur eisini byggir nøkur sethús, og tað er serliga í høvuðsstaðarøkinum og í Vágum, at felagið í løtuni hevur onkur sethús í gerð.

 

- Flestu av hesum sethúsum eru í tí dýrara flokkinum, tí hetta eru stór og góð sethús, sigur arbeiðsformaðurin hjá Búsetur.

 

Í Búsetur-fyritøkuni arbeiða í løtuni umleið 60 fólk.

 

Myndina av nýggju fimleikarhøllini og ítróttarhøllini í Runavík tók Jóannes S. Hansen.