Ein vanlig ketta, sum ikki er gjørd lívsør ella steriliserað, fær helst kettlingar einar tvær til tríggjar ferðir um árið.
Leggur hon fimm til sjey kettlingar hvørja ferð, kann talið av kettum skjótt gerast rættiliga stórt yvir eitt, tvey ella trý ár.
Fyrr var vanligt at kasta kettlingar í stein, tá teir júst vóru lagdir, um tú vildi sleppa av við teir.
Men, nú er einki, sum tað var, og Guð havi lov fyri tað. Tað er nógv, sum er vorðið betri - eisini innan djóravælferð.
Ein maður í 50-árunum í Noregi er júst dømdur 30 dagar fongsul fyri at hava sloppið sær av við sjey kettlingar í skógini.
Tað skrivar Agderposten í Noregi, og millum miðlarnar, sum endurgeva dómin, er eitt nú norska kringvarpið, NRK.
Maðurin, sum varð ákærdur fyri at hava sloppið sær av við kettlingarnar, játtaði treytaleyst tað, hann hevði gjørt.
Dómurin er júst sagdur, og maðurin hevur nú tvær vikur at umráða seg í, hvørt hann fer at skjóta dómin fyri hægri rætt ella ei.











