30.000 færri hjá Bank of America

Amerikanski stórbankin Bank of America hevur gjørt av at leggja 30.000 arbeiðspláss niður tey næstu árini.

Bankin kunngjørdi avgerðina mánadagin og at kalla um somu tíð, sum Barack Obama, forseti, legði fram sínar ætlanir um at útvega fleiri arbeiðspláss. Tí komu boð bankans forsetanum illa við, siga eygleiðarar.

Bank of America sigur, at tað er neyðugt við umfatandi broytingum í bygnaðinum, og at tað tí er neyðugt at skerja rakstrarútreiðslurnar. Umleið 300.000 fólk arbeiða hjá bankanum.